Trump er í Bretlandi

Løgreglan í London hevur fleiri enn 1.600 løgreglufólk til arbeiðis í gøtunum í London undir vitjanini hjá amerikansku forsetahjúnunum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er komin til Bretlands á síni aðru ríkisvitjan í landinum. Forsetafrúan, Melania Trump, er við á ferðini, og høvuðsparturin av skránni byrjar í morgin, mikudagin.

 

Forsetahjúnini verða á vitjan hjá Charles, kongi og Camillu, drotning, í morgin.

 

- Forsetahjúnini fara at síggja Windsor-bústaðin, og her fara tey eitt nú at síggja kjøl og listaverk, sum varpa ljós á felags søguna hjá londunum báðum, veit www.tv2.no at siga.

 

Í annaðkvøld verður døgurði, áðrenn Donald Trump hósdagin fer at hitta bretska forsætisráðharran, Keir Starmer.

 

Sambært www.tv2.no eru ein røð av mótmælisgongum móti Donald Trump fráboðaðar, eitt nú í London í morgin.

 

Sagt verður, at løgreglan í London hevur fleiri enn 1.600 løgreglufólk til arbeiðis í gøtunum í London undir vitjanini hjá amerikansku forsetahjúnunum.