Vil vita hvussu nógv nýggj kommunu­lækna­størv eru sett

Tingmaður spyr í fyrispurningi um kommunulæknaviðurskifti kring landið

Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Súsonnu Bertholdsen, landssstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um fleiri kommunulæknar og heilsutænastur nærri fólkinum. 

Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1. Hvussu gongur við ætlanini at styrkja heilsutænasturnar runt landið?

2. Hvussu nógv nýggj kommunulæknastørv eru sett í hesum samgonguskeiðinum?

3. Hvussu nógv kommunulæknastørv er ætlanin at seta í heyst?

4. Nær verður nýggja kommunulæknastarvið í Vágum sett?

5. Eru ætlanir um, at m.a. sálarfrøðingar verða partur av heilsutænastunum á heilsudeplunum í framtíðini?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at samgongan hevur sum mál at styrkja kommunlæknaskipanina og heilsuskipanir kring alt landið.

– Hetta er ein liður í eini bygnaðarbroyting, har víðkaðar heilsutænastur verða veittar á m.a. heilsudeplum. Endamálið er skjót og góð heilsubót og fyribyrging móti kostnaðarmiklum tungum sjúkragongdum á sjúkrahúsunum. Um hetta eydnast, verður spennandi at síggja, men málið er gott og greitt, sigur hann.

– Ein liður í hesum arbeiði er at seta fleiri kommunulæknar í starv. Í fleiri ár hevur verið víst á, at ov fáir kommunulæknar eru í Føroyum, og fólkatalið er nógv vaksið seinastuárini.

– Fyri at fáa at vita, hvussu langt Heilsumálaráðið saman við kommununum er komið við hesum málinum, verður hesin fyrispurningur settur, sigur løgtingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.