Gomul bráðtíðindi...

Ikki færri enn tveir fyrr­ver­andi blaðstjórar á Dimma­lætt­ing hava í dag og í gjár bor­ið tey »stór­tíð­indi«, at Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ur keypt hús.

Hetta ver sølusøgan í Dimmu á for­síð­uni í gjár, sum Ge­org L. Petersen, fyrr­ver­andi blað­stjóri skrivaði. Hesi tíð­indi metti hin fyrrverandi blað­­stjór­­in á Dimma­lætt­ing, sum starvast í Kring­varp­inum, Ingi Sam­uel­sen, sum so stór tíð­indi, at hann mátti end­ur­geva tey úr Dimmu í tið­ind­a­sending­ini klokk­an hálvg­um átta í morgun.

Men at hetta er ein av­gomul søga sæst við at kaga í savn­ið hjá Sosialinum, tí hesa søg­una skrivaðu vit fyri næstan hálvum ári siðani.