Billard
Nú er gongd komin á billardkappingina. Dystir eru spældir í øllum trimum deildum. Støaðn í 1. deild er tann, at Kaggin liggur á odda við 12 stigum, Tvøroyrar Billardfelag er nr. 2 við 10 stigum, Havnar Klubbi nr. 3 við 8 sitgum og Billardfelag Fuglafjarðar nr. 4 við 6 stigum. Enn hava Klaksvíkar Klubbi og Vágs Billardfelag ongan dyst spælt. Herfyri vitjaði Havnar Klubbi á Tvøroyri og fór heimaftur við 8 stigum av 18. Ikki óvæntað gjørdist Max Rasmussen besti spælarin við 18.17 eygum í meðal. Hann vann allar dystirnar. Carsten K. Hansen var næstbestur við 16.40 eygum í meðal. Hann vann tveir dystir. Á liðnum hjá Havnar Klubbi spældu eisini feðgarnir Niels og Eirikur Nielsen. Teir fingu ávikavist 15.10 og 14.03 eygu í meðal. Eirikur hevur ikki verið við í liðkapping í nøkur ár. Hóast hetta heldur laka úrslitið í fyrsta dystinum kann roknast við, at hann við síni nógvu rutinu og góða billardeygað fer at draga mong stigini heim, áðrenn kappingin endar í mars. Tað vísir seg eisini, at øll úrslitini í 1. deild eru undir meðal, men sohvørt kappingin gongur, ressast eisini spælararnir, so alt kann henda. Hinir spælararnir á liðnum hjá Tvøroyri eru Óli Joenen og Jens Pauli Poulsen.
Í aðru deild er Billardfelag Kaggans eisini á odda. Tað hevur 12 stig. Nr. 2 er Billardfelagd Fuglafjarðar, sum hevur 6 stig. Fleiri dystir eru ikki spældir. Í dystinum millum Kaggan og Fuglafjørð gjørdist Jóannes Skaarup bestur við góðum 16 eygum í meðal.. Næstur honum var Jákup Gaard úr Fuglafirði.
Í triðju deild hevur Vágs Billardfelag lagt seg á odda við 16 stigum. Tvøroyri hevur 2 stig.
Fleiri dystir verða spældir í billardkappingini komandi vikuskifti.