Gongst væl við søluni

Hóast hann enn er varin við at staðfesta nakað, so letur Steintór Rasmussen sera væl at atgongurmerkjasøluni til Summarfestivalin.
- Higartil eru oman fyri 6.000 atgongumerki seld, og hartil koma so starvsfólk, sponsorar og onnur, sum jú eisini skulu hava armband. So vónin er í øllum førum, at fólkini verða líka nógv, sum tey vóru seinast. Men tað er so nakað, sum seinastu dagarnir fara at vísa. Higartil hevur sølan fyri tað nógva verið í »rykkum« upp undir tær ymsu deadlines, sum hava verið fyri tilboðum av ymsum slag, og royndirnar siga, at tað altíð eru nøkur, sum koma í evstu løtu at keypa atgongumerki. Men hvussu nógv hesi verða, veldst um so nógv. Ikki minst um veðrið, og so eru vit sjálvandi eisini spent at vita, hvussu fasta sambandið fer at ávirka festivalin.
Men hóast bjørtu orðini, so fæst Steintór ikki at siga nakað um, hvørt hann metir tað vera møguligt at fáa enn fleiri fólk á festivalin í ár.
- Tað fara komandi dagarnir at vísa. Enn sær tað gott út, men tey heilt stóru orðini vil eg ikki brúka, uttan at eg havi nakað at halda hesum í. Og tað er kanska við blandaðum kenslum, at vit nú bíða eftir seinastu døgunum. Sjálvandi vildi tað verið heilt fantastiskt, um øll atgongumerkini vórðu seld, men tað er stórt spell, um tað samstundis standa nøkur eftir, sum kundu hugsað sær at verið við, men sum ikki sleppa.