Fortreytirnar hjá KÍ undan dystinum leygardagin vóru annars toluliga góðar, tí tilfarið, ið venjarin Oddbjørn Joensen hevði at ráða yvir til dystin, var tað frægasta, ið hann hevur havt í síni tíð sum venjari hjá klaksvíkingum. Hinvegin vóru klaksvíkingar fullvæl greiðir yvir, at tað var eitt tað sterkasta liðið í landinum, sum kom á vitjan.
Gekk javnt á
Tað gekk annars rættuliga javnt á í dystinum norðuri í Klaksvík. Í mun til fleiri av undanfarnu umførunum stóðu klaksvíkingar rættuliga væl á vøllinum, og teir fingu eisini onkrar einstakar málmøguleikar.
Hóast B36 er oddalið, so hevur tað víst seg, at tað gongur ógvuliga striltið hjá havnarliðnum at spæla seg til opnar málmøguleikar. Soleiðis var eisini í Klaksvík, har tað enn einaferð var staðfest, at B36 fær alt ov lítið burtur úr sínum vongspæli.
Hinvegin dugdu havnarmenninir væl at revsa mistøkini, sum KÍ gjørdi, og tað kostaði klaksvíkingum dýrt. Annar av klaksvíkingunum í B36, Allan Mørkøre, legði gestirnar á odda, tá ið fyrri hálvleikur var ein góðan hálvan tíma gamal.
KÍ missur bóltin í uppspælinum, og B36 fer avstað við bóltinum á høgra vongi. Bólturin verður sendur innfyri, og har er Allan Mørkøre fyrstur á og potar í netið til 1-0.
Dysturin var rættuliga tættur, men hóast KÍ kanska hevði teir størru møguleikarnar, so tóktist tað tó allatíðina sum um, at B36 hevði tamarhald á støðuni, og at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn gestirnir punkteraðu dystin.
Tað gjørdu teir, tá ið okkurt um eitt korter var eftir at spæla. B36 vinnur bóltin eftir eitt KÍ-innkast, og teir gera skjótt av fram eftir vøllinum. Fróði Benjaminsen sleppur at renna inn móti málinum, og úr spískum skýtur hann bóltin millum beinini á KÍ-málverjanum, Karstin Joensen, og so var 2-0.
Eitt sindur av dramatikki var eisini í dystinum. Fyrst fekk Kenneth Jacobsen hjá B36 beinleiðis reytt fyri at siga okkurt við dómaran, og nakað seinni var Høgni Madsen hjá KÍ rikin av vølli fyri eina at síggja til ikki serliga grova takling.
Oddbjørn framvegis venjari
Eftir dystin leygardagin fór tað at ganga sum rótasúpan, at KÍ-venjarin, Oddbjørn Joensen, hevði sagt seg úr starvinum, men hesum vísa bæði KÍ og Oddbjørn sjálvur aftur.
KÍ fekk í farnu viku ein danskan spælara, Mathias Tauber, til hópin hjá sær, men danin valdi eftir bert fimm døgum í Føroyum at stinga í klæðsekkin og fara aftur til Danmarkar uttan at hava spælt ein einasta dyst.
B36 fór leygarkvøldið til Íslands, har teir skulu fyrireika seg til UEFA-Cup dystin móti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Uppgerðirnar móti ÍBV eru ein tann besti møguleikin hjá einum føroyskum liði at vinna seg víðari í evropeisku kappingini, og spennandi verður at fylgja havnarliðnum.