Gongur seint men trygt

Um klokkan 10.30-tíðina í morgun hildu samgongusamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í løgtinginum. Men teir halda kortini tætt at kroppinum Teir tríggir flokkarnir í ABC-samgonguni tykjast í hvussu er samdur um eitt: Stemningurin er góður.

Men teir rokna eisini við, at tað hendir neyvan nakað ítøkiligt fyrr enn einaferð í næstu viku.

Og at flokkarnir ikki tykjast hava serligan hast við samráðingunum sást í morgun, tí hóast fundurin var ásettur at byrja klokkan tíggju, var hon hálvgum ellivu, áðrenn delegatiónin hjá Javnaðarfllokkinum møtti upp.

Løgmaður sjálvur var ógvuliga fámæltur, tá vit royndu at fritta hann um støðuna. Heldur enn at tosa um politiskt illveður, vísti hann til veðurtíðindini sum í kvøld lova storm.

Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, var eitt sindur meiri tíðindafróður.

- Tað er so stutt síðani vit byrjaðu, og slíkar samráðingar taka jú tíð. Tað er nógv um at fara, og í gjár fingu vit tosað um eitt nú vinnumál, almanna- og heilsumál, fíggjarmál og viðurskiftini við Europa, segði Kaj Leo Johannesen.

Eisini hann vísir á, at stemningurin er góður, og tá næsta vika fer at halla munnu samráðingarnar verða komnar munandi longur.