Gott hál hjá KÌF

Heldur óvæntað vunnu kollfirðingar á føroyameistarunum úr Kyndli ífyrsta landskappingardystinum hjá liðunum báðum í ár.

KÍF fekk eina framúr byrjan upp á landskappingina, tá ið teir á heimavølli sínum í Hoyvíkshøllini bastu føroyameistarunum úr Kyndli við fimm málum.

Fylgdust leingi
Í fyrra hálvleiki var ikki nógvur munur á liðunum báðum. KÍF gjørdi ein lítlan vørr tíðliga í fyrra hálvleiki og legði seg á odda við fýra málum, men tað gekk ikki long tíð, so hevði Kyndil javnað aftur.
Móti endanum av fyrra hálvleik fekk KÍF tó togað seg eitt sindur fram um føroyameistararnar, og teir vóru eisini á odda við trimum málum í hálvleikinum.
Eftir steðgin løgdu kollfirðingar fyri sum eitt óløgi, og við einum framúr stríðsvilja og arbeiðsinnsatsi fóru teir frá Kyndli.
Við kontantum verjuspæli brutu teir rútmuna í álopsspælinum hjá føroyameistarunum, og spakuliga fór KÍF frá Kyndli. Gestirnir steðgaðu fullkomiliga upp, og tað sást á øllum brøgdum, at teir als ikki høvdu trúnna upp á, at tað fór at bera til at koma afturíaftur.
Við einari rúgvu av persónligum mistøkum brendum møguleikum misti Kyndil sambandið við KÍF, sum hevði lagt seg á odda við heili átta málum, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Tá var dysturin í veruleikanum avgjørdur, og hóast kollfirðingar fingu nógvar útvísingar síðstu løtuna, so var tað ongantíð nóg mikið til, at Kyndil kundi koma inn aftur í dystin.
Tá ið so teir 60 minuttirnir vóru leiktir, høvdu kollfirðingar vunnið ein uppibornan 26-21 sigur á føroyameistarunum, og tað kann ikki sigast at verða annað enn ein frálík byrjan upp á kappingarárið hjá KÍF.

Góður hugburður
Ein av mest sjónligu mununum á KÍF og Kyndli sunnudagin var hugburðurin. Kollfirðingar stríddust sum úlvar, meðan teir grønnu tóktust hava ta fatan, at tað heila nokk fór at koma av sær sjálvum.
Tað er einki at ivast í, at nýggi leikandi venjarin hjá KÍF, Jóan Pauli Olsen, sum fyrr var kendur fyri sín framúr striðsvilja og arbeiðsinnsats, hevur fingið spreitt eitt sindur av hesum til sínar leikarar, og tað kann ofta verða munurin á at tapa ella vinna ein dyst.
Kyndlamenn noyðast hinvegin at taka annað skinn um bak, tí við tí hugburði, ið teir sýndu sunnudagin, verða ikki nógv stig vunnin.

KÍF-Kyndil 26-21(16-13)
KÍF: Eddie Joensen 8, Gert Hansen 6, Jóan Pauli Olsen, Rógvi Hansen 3, Kristian Madsen 3, Mirko Milinkovic 2(1)
Kyndil: Hans Áki Dahl-Christiansen 6(1), Ragnar Stakksund 4, Rókur Akralíð Nielsen 4, Josef Abrahamsen 3(2), Janus E. Sørensen 2, Jacob Jónsson 1, Høgni Klein 1
Brotskøst: KÍF 1, Kyndil 4
Útvísingar: KÍF 7, Kyndil 1
Dómarar: Dánjal og Kári Hansen