Tryggingarfelagið Trygd hevði 13 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt fyrra hálvár í ár. Eftir skatt var úrslitið 10,6 milliónir krónur. Trygd sigur í tíðindaskrivi, at nettotryggingargjøldini vóru umleið 40 mill. krónur, sum er knappar 5 mill. krónur meiri enn tilsvarandi fyri 2008. Góða úrslitið er eisini nógv merkt av lutfalsliga lágum skaðaendurgjøldum í ár í mun til undanfarin ár.
Samlað sæð eru skaðaendurgjøld og ?avsetingar 10 mill. krónur. minni fyrra hálvár í ár í mun til í fjør. Rakstrarútreiðslurnar eru á heldur lægri støði enn somu tíð í fjør Tryggingartekniska úrslitið, tvs. úrslitið av tryggingarvirkseminum, var góðar 10 mill. krónur.
Jean Djurhuus, stjóri í TRYGD, fegnast um góða úrslitið.
-Vit eru væl nøgd við úrslitið, men sum skaðatryggingarfelag vita vit, at tað kann broytast skjótt. Hóast onkur stórur skaði hevur verið í ár, eru skaðaendurgjøldini lutfalsliga lág samanborið við onnur ár, men hendan myndin kann broytast frá einum degi til annan, sigur Jean Djurhuus.
23 fólk arbeiða hjá Trygd, og Føroya Banki eigur allan partapeningin.