Gott var at vera í Skálakøsti

Lítla hvíta hønan sat undir liðini á tí amerikanska hananum. Hann var so amerikanskur og erpaði sær av Ameriku. Lítla, fitta, hvíta Skálahønan visti alt um Skálakøst, og fingu hønurnar okkurt forkunnugt, segði hon altíð: "Lukka, hetta er einki aftur móti tí, vit vóru von at finna í Skálakøsti."

Frits Johannesen

??????????????????



Á ja, hetta er í ævintýrinum hjá Hans A. Djurhuus: Høsnatos. Eitt sera vælskrivað ævintýr, hvussu leikur fer fram, tá ið ein heldur meir um seg sjálvan, enn onnur. Sandingurin segði: Hugmóð betaki teg! Hanin var eitt sindur hugmóðigur, og fekk hann ein syndarligan enda. Hann var so amerikanskur, so erpin og stoltur og virdi lítið tað, sum Skálahønan visti um at siga. Snøgt sagt, var hon happað av hananum meira enn gott var, og lá hon undir hansara ágangi bæði likamliga og sálarliga - tíðliga og seint. Hann kom frá tí stóra hveitilandinum, og tað var sanniliga stórfingnari enn tað, sum var at finna í Skálakøsti. Men oftani stendur hugmóð til fals, og svá var. Hetta kom at standa oman á hanan. Hann misti høvdið, meðan skálahønan eftir deyða hansara fekk almikið av korni frá húsfrúnni og arbeiðskonuni. Eftir hesa gongd hevði lítla, fitta hvíta hønan lív og góðar dagar.

Nú er leikur her á landi tann, at tala og umrøtt verður mikið um at leggja kommunur saman. Sjónvarpið hevur fingið hetta í blóðið, og rennur úr bygd og í bý, at vita hvat bý- og bygdaráðsformeninir hava at siga - hvat teimum liggur á hjarta, tá ið hugsað verður um hesi viðurskifti. Umboðini eru ymisk á máli. Ein er áskoðanin tann, at leggur tú saman kommunur fæst meira fyri minni, meðan hin drátturin er , at summar kommunur vilja vera sjálvstøðugar og tala sina søk á hesum støði og taka samráðingar upp við t. d. grannakommunurnar um samarbeiði og samstarv á jøvnum føti.

Skálahønan var so erpin av sínum heimliga umhvørvi, at hon ikki vildi hoyra tala um nakað annað. Hetta var so inngrógvið, at ikki glasiliga frásøgnin frá hananum um landið, har pikkað varð hveiti frá sólarrisi til sólseturs, rann við hana, hóast hon fekk at vita, at hon var ein krimpirumpa, rekavætti og matkakjós. Einki var sum Amerika, og har var alt so fínt, so fínt, greiddi hanin frá. Hanin fekk ikki bilbugt við hesa fittu, erpnu, sjálvstøðugu hønuna. Hon var ímyndin av treiskni, viðføddum evnum at klára seg, førdi seg fram, sum ein røtt bygdahøna við einum lívsvilja, at vinna á øllum trupulleikum, hóast hon kendi sviðan frá tí sterka andbráða, stolta og maktsjúka hananum.

Hví skuldi hon víkja frá sínum dreymum um sítt ríki og geva seg undir ein dumstoltan hana, sum bert vildi hava hennara hjarta og mana alt til jarðar, sum hon hevði fingið heimanífrá og fáa hana at vera ein av sínum undir-sáttum? Tað samarbeiðið, sum fór at spyrjast burtur úr hesi søk var, at tann sterki, maktfulli hanin og tað "stóra ríki" fór at køva tann neista, sum var at finna í kjósini hjá hesi yndisligu, fittu skálahønuni og hvørva fór med alla hennara heimføðisliga mynd av Skálakøsti.

Nei, dreymurin um alt tað góða í Skálakøsti, skuldi eingin taka frá henni. Hon var eitt sera gott umboð fyri hetta høsnaríki, eitt kosmopolitiskt hønuhjarta, sum bankaði fyri tí, sum var heimligt og so sera bygdasligt. Hennara barndómsríkið var lítið í vav, men tað var stórt í hennara hjarta. Soleiðis eigur tað at verða.

Eg vildi ynskt, at øll skálafólk og øll bygdafólk vóru sum henda hønan. Annars takka vit fyri ta tíð, har skálafólk hava verið skálafólk í Skálakøsti.