Grøna kósin hjá SEV skal halda áfram

SEV fekk á eykaaðalfundi í gjárkvøldi heimild at lata nýstovnað felag ella eitt av dótturfeløgunum útvega, byggja og eiga ella reka nýggja 18 MW vindmyllulund í meginøkinum.  Talan er her um útboðið við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, sum nógv orðaskifti hevur verið um í seinastuni, tí festarin hevur gjørt avtalu við Røkt um at seta vindmyllur upp á økinum, og SEV hevur sostatt ikki atgongd til økið.

 Les eisini: SEV gevst ikki so: Tað er ikki ov seint at bakka

SEV hevur annars heitt á myndugleikarnar um skipa soleiðis fyri, at ikki ber til at gera seravtalur millum bóndir og einstøk feløg um at seta vindmyllur upp, men Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, vísir á, at festarin fekk tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at brúka lendið til endamálið longu í 2005, og nú ber ikki til at taka tilsøgnina aftur.

Les eisini: Tað er stak óheppið

SEV ásannar eisini, at í løtuni er einasti møguleikin, at SEV sjálvt fær til vega egið øki til 18 MW vindorku í meginøkinum.

Eykaaðalfundurin samtykti eisini, at partafelagið P/F Vindfelagið Neshagi, sum eigur vindmyllulundina í Neshaga, útvegar, byggir og eigur nýggju vindmyllulundina, sum skal reisast í Porkerishaganum, har SEV herfyri vann útboðið av.

Somuleiðis samtykti eykaaðalfundurin at loyva SEV at lata eitt nýstovnað felag ella eitt av dótturfeløgunum útvega, byggja og eiga ella reka eina nýggja 18 MW vindmyllulund á Eiði, har freistin at lata boð inn eisini er 1. august 2019

Eykaaðalfundurin samtykti at loyva SEV at taka nýggj lán fyri í mesta lagi 500 milliónir krónur, umframt at SEV eisini fekk heimild til at umfíggja verandi skuld á eina milliard krónur, soleiðis at gongdin við at útbyggja varandi orku kann halda áfram, samstundis sum veitingartrygdin kann haldast við at útbyggja Sundsverkið.