Grót skal forða fyri troling

Týsku myndugleikarnir løgdu ikki uppí, tá eitt skip hjá Greenpeace slepti einari rúgvu av stórum steinum í havið sunnan fyri oynna Rømø í gjár fyri at forða fiskiskipum at royna har við botntroli. Tað var týska deildin av Greenpeace, sum stóð fyri tiltakinum, ið endaði í gjárkvøldið. Greenpeace vísir á, at sambært lívfrøðingum er botntrol skaðiligt fyri havumhvørvið.

Týska løgreglan helt eyga við tiltakinum, og løgreglan var umborð á skipinum og skrásetti tey, sum vóru umborð. Men sambært Greenpeace gjørdi løgreglan einki fyri at forða tiltakinum.

Í 2008 skipaði Greenpeace fyri einum tilsvarandi tiltaki á einari leið, har fiskimenn úr Danmark, Niðurlondum, Týsklandi og Bretlandi fiska eitt nú flatfisk, tosk, hummara og rækjur. Ta ferðina slepti eitt skip hjá felagsskapinum 320 stórum steinum niður á botn.