Granskari: Ljóðbøkur eiga ikki at koma í staðin fyri lesing

Ljóðbøkur eru eitt gott ískoyti, men børn mugu framvegis venja seg at lesa sjálvi

Tað sigur svenskur granskari sambært grein í Skúlablaðnum.

 

Har verður greitt frá, at ljóðbøkur gerast alsamt vanligari í skúlum og heimum, men tær eiga ikki at koma í staðin fyri vanliga lesivenjing hjá børnum, sigur Betty Tärning, granskari í kognitiónsvísindum við Lunds universitet.

 

– At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra, sigur hon.

 

Sambært henni er tað stórur munur á at lesa við eygunum og at lurta við oyrunum. Sjálv lesitilgongdin mennir heilan og styrkir førleikar sum hugsavning, minni, trupulleikaloysn og kritiska hugsan.

 

– Lesing er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í menniskjasøguni, og tí krevur hon nógv av heilanum. Men júst tí mennast fleiri týdningarmiklir førleikar, tá børn læra at lesa, sigur hon.

 

Betty Tärning leggur dent á, at ljóðbøkur framvegis hava sítt virði.

 

– Tær eru eitt gott ískoyti, men tær eiga ongantíð at koma í staðin fyri lesivenjing.

 

Hon heldur eisini, at tað er umráðandi, at vaksin stuðla børnum, hóast lesing kann vera tung.

 

– At læra at lesa er ikki altíð stuttligt. Tað kann vera strævið, men vit mugu hjálpa børnunum ígjøgnum hesa tilgongdina.

 

Sambært granskaranum bendir gransking eisini á, at tað ikki er ein fyrimunur hjá børnum, sum júst eru farin at lesa, bæði at lurta og lesa sama tekst samstundis. Tað kann tvørturímóti gera tað truplari at fata innihaldið.

 

Kelda: vilarare.se