Grant er hóttur

Venjarin hjá Chelsea, ísraelski Avram Grant, viðurkennir, at hann væl kann vera ávegis úr venjarasessinum hjá Chelsea

 – Eg kann góðtaka eina uppsøgn, skuldi hendan komiuð, tí sjálvandi eiga vit at vinna á Barnsley. Hinvegin eru vit enn við í Champions League og í oddastríðnum í Premier League. Og ein sigur í aðrari av hesum kann bjarga mær sessinum, sigur Grant.