Gregers Dirckinck-Holmfeld deyður

Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix

Gregers Dirckinck-Holmfeld, høvundur, journalistur og sjónvarpsvertur, er deyður.

 

Danski sjónvarpsveteranurin gjørdist kendur sum vertur á fleiri undirhaldssendingum hjá DR.

 

M.a. var hann vertur á «Her er dit liv» í áttatiárunum.

 

Eisini samstarvaði hann við vertin Hans Georg Møller í undirhaldssendingum í áttattiárunum, og gjørdust teir landskendir, eisini í Føroyum, tí nógv danskt tilfar varð sent í føroyskum sjónvarpi.

 

Danskir miðlar vita at siga, at Gregers Dirckinck-Holmfeld andaðist við familjuni kring seg, eftir langa sjúkralegu. Hann gjørdist 93 ára gamal.

 

Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix