Tað sveið hjá Luka Modric, at Kroatia reyk út í HM-sekstandapartsfinaluni móti Portugal á BMO Field leikvøllinum í Toronto, aftaná tað hann nevnir: "Tvær selektivar VAR-avgerðir".
Júst sum seinni hálvleikur var hálvrunnin fekk Portugal brotsspark aftaná eina VAR-avgerð, ið staðfesti, at Renato Veiga var feldur í kroatiska brotsteiginum. Ein avgerð Modric als ikki tekur undir við: - Hatta er ikki brotsspark. Leikarar á báðum liðunum skumpa, og Vlasic hálaði ikki Veiga niður. Hann helt fast, og tí duttu báðir. Tað er tí ein ikki eigur at døma eitt brotsspark fyri nakað slíkt í einum so avgerandi dysti. Sigur Modric í samrøðu við Sportske Novosti.
Langt inni í yvirtíðini hildu kroatar, at Josko Gvardiol hevði javnað til 2-2 og harvið tryggja teimum longda leiktíð. Men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu. Ein avgerð, ið Modric staðfestir eisini gekk útyvir Kroatia.
Í samrøðuni við Sportske Novosti leggur Modric upp til, at VAR favoriserar tær størri tjóðirnar, og landsliðini frá smærru tjóðunum fáa ongan ágóða av VAR. Modric heldur, at VAR er sera selektivt, og verður ikki brúkt rætt: - Eg havi frá byrjan sagt, at mær dámar ikki VAR. Við tíðini er tað blivið gott á nøkrum økjum, men VAR verður brúkt skeivt ella selektivt, alt í mun til hvussu stórt eitt lið er. VAR skal brúkast um tað við 200 prosents vissu er talan um eitt mistak. Um talan er um okkurt í tí gráa økinum, so skal VAR ikki brúkast. Sigur Modric.










