Páll á Reynatúgvu
borgarstjóri á Sandi
?????
Sambært heimildunum hjá blaðnum, so skal Sands Kommuna ikki hava pening til at fara undir at byggja høll fyri, ella rættari, ikki kunna útvega sín part av íløgupeninginum til felags Sandoyarhøllina. Hesar upplýsingar er ikki sannar og stava ikki frá okkum, sum umboða Sands Kommunu, og higar hevur heldur ikki nakar frá Dimmu vent sær um hesi viðurskifti.
Tað finst bæði politiskur vilji, og sanniliga eisini peningur hjá Sands Kommunu til at byggja høll fyri. Í hvussu er nógmikið til at rinda tann partin av felagshøllini, sum náttúrliga er okkara. Vit hava seinastu 4 árini savnað pening saman til júst hesa høllina, sum er ein av grundtreytunum fyri trivnaði hjá ungdóminum í okkara oyggj, og sum er eitt vanligt tilboð til borgararnar aðrastaðni í landinum. Júst Sandoyarhøllin, er aðalmál-ið hjá nývalda kommunustýrinum á Sandi.
Sands Kommuna er tíbetur í teirri støðu, at vit ikki nýtast lántøku til at rinda okkara part av høllini, og eftir øllum at døma nakað betur fyri enn tað. Kortini stendur nógv á í løtuni, og vit eru sera fegin um at tað eydnaðist at endurreisa flakavinnuna í oynni, uttan alt ov nógv hóvasták.
Tað er rætt, at Sands Kommuna framvegis dragsar gamla skuld eftir sær, men vit hava rinda øllum sítt farnu fýra árini, og fara framvegis at hava tann politikkin soleingi eg havi nakra ávirkan á tað. At vit í bestu tíðum samstundis hava lagt nakað av peningi til síðis, kann ikki lastast fyri at vera ein vána-ligur politiskur eginleiki.
At ein kommuna sum hevur verið heilt á blámanum fíggjarliga, nú so spakuliga fótar sær aftur, er ein lítil sólskinssøga í gráa gerandisdegnum, og ynski-ligt var tíðindaáhugin hjá Dimmu her í Sandoynni, í størri mun bygdi upp, enn breyt niður.