Tað var einki at rafla um, tá ið greipuvinnararnir í KÍ í kvøld høvdu vitjan av B68. Heimaliðið vann 6-1, og úrslitið ber við sær, at KÍ nú hevur 11 stig og er topplið. Tað er eitt stig aftur til NSÍ, sum í morgin á heimavølli fer at spæla ímóti 07 Vestur. B68 hevur trý stig.
Heilt stóri maðurin í Klaksvík í kvøld var Árni Frederiksberg. Hann var tvífaldur málskjútti, og hann legði upp til trý mál. Patrik Johannesen, sum stutt undan steðgin noyddist skaddur av vøllinum, legði heimaliðið framum, tá ið eitt korter var farið. Árni Frederiksberg átti uppleggið, og tá ið Jákup B. Andreasen tíggju minuttir seinni økti um munin til 2-0, var tað eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg.
Tíggju minuttir undan steðginum økti Árni Frederiksberg um munin til 3-0 við fínum langskoti, eftir at Filip Brattbakk og Páll A. Klettskarð áttu uppspælið í vinstru.
Árni Frederiksberg átti uppleggið, tá ið Filip Brattbakk seks minuttir eftir steðgin økti um munin til 4-0, og so var tað Árni Frederiksberg, sum við brotssparki økti um munin til 5-0.
Innskifti Loick Lespinasse minkaði um munin til 5-1, eftir at hann vann bóltin av heimaverjuni og hegnisliga lyfti bóltin uppum KÍ málverjan.
Tríggjar minuttir undan leikloki var tað innskifti Dávid Reynheim, sum staðfesti trivaliga heimasigurin. Tað gjørdi hann eftir einmansavrik. Hetta var fyrsta málið hjá Dávidi, síðani hann flutti úr Italia og til Klaksvíkar.
Hetta var aðru ferð í ár, at B68 legði rygg til stórt tap á útivølli. Fyrra ferðin var 6-0 tap í Gundadali ímóti B36.
Annan sunnudag fær B68 vitjan av HB, og annað mánakvøld fer KÍ at spæla á Argjum.











