Vit hava tey røttu fólkini í landsstýrinum

– Vit hava røttu fólkini til málsøkini, sum Fólkaflokkurin hevur fingið, sigur Astrið Breckmann, sum tó harmast um, at javnstøða ikki er í landsstýrinum

– Nei eg eri ikki spurd, eg eri nummar 11 á listanum, so eg stóð ikki til at fáa landsstýrissess, og eg haldi, at tað eru góð umboð, sum vit hava fingið í landsstýrið.

Tað sigur Astrið Breckmann, sum mánadagin verður løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Hon er annað varafólk hjá flokkinum, og tað merkir, at hon mánadagin tekur við tingsessi fyri landsstýrisfólk og verður tingkvinna, so leingi sum Fólkaflokkurin hevur í minsta lagi tvey fólk í landsstýrinum.

Tað hava verið nógvar atfinningar móti samgonguni, síðani tað kom fram, at Fólkaflokkurin ikki hevur javnstøðu í sínum vali av landsstýrisfólkum í nýggja landsstýrinum.

– Tá eg hoyrdi, at Fólkaflokkurin fekk mentamál, so hugsaði eg beinanvegin um Bárð á Lakjuni, tí hatta er akkurát eitt málsøki fyri hann, og hann er eisini nummar tvey av teimum valdu á listanum, so tað er púra nátúrligt, sigur Astrið Breckmann.

– Og tá vit so eisini fingu vinnumál, so er tað nakað, sum tey valdu í tingbólkinum eru komin á samt um, og tað rokni eg við at tey øll eru glað fyri, sigur Astrið Breckmann.

Hon harmast tó um, at tey ikki hava javnstøðu í landsstýrismanningini, men soleiðis fall tað nú einaferð út, sigur hon. 

– Hatta eru góð fólk, vit hava til hasi málsøkini, so tað fær ikki verið øðrvísi, sigur hon, sjálvt um hon harmast um, at tey ikki kunnu liva upp til ásetingarnar um javnstøðu, sum hon heldur hava týdning. 

Astrið Breckmann sigur, at hon gleðir seg at sleppa til arbeiðis. Hon hevði als ikki roknað við at koma á ting hesaferð. Hetta er fyrstu ferð, at hon stillar upp til løgtingsval. Hon stillaði upp til býráðsvalið í Havn í 2020, og hevur tá helst fingið blóð á tonna, tí hon gjørdist nummar trý á listanum hjá Fólkaflokkinum – hon var bara 9 atkvøður frá at verða vald í býráðið. Tá fekk hon 227 atkvøður, hesaferð fekk hon 322 atkøvður og gjørdist nummar 11 á listanum hjá flokkinum – nóg mikið til ein løgtingsess sum varafólk næsta valskeiðið.

Astrið Breckmann er tó ikki ókend við politiska umhvørvið. Hon er dóttir Óla Breckmann, sum var løgtingsmaðr frá 1974 tl 2008 og fólkatingsmaður frá 1984 til 2001.