Tóri virkandi borgarstjóri

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, verður burturstaddur í kommunalum arbeiðsørindum í viku 16, og Tóri Højgaard verður virkandi borgarstjóri hetta tíðarmálið.

 

Tóri Højgaard varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 2020 við 123 atkvøðum á lista A, og á valinum í 2024 fekk hann 158 atkvøður á sama lista og gjørdist varaborgarstjóri, tá nývalda býráðið skipaði seg fyri nýggja valskeiðið.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Tóri Højgaard annars er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og næstformaður í fíggjarnevndini.

 

Hann er giftur Sunnivu, og tey eiga børnini Dávid, Christian, Filip, Ádam og Lisbet.

 

Lagt verður aftrat, at Tóri var borin í heim hin 1. november í 1985.

 

- Hann er úr báðum leggum slektaður úr Rituvík og býr í bygdini. Eftir at hann hevði fingið miðnámsprógv í 2005, virkaði hann í eitt tíðarmál í fjarskiftisvinnuni, áðrenn hann í 2009 valdi at fara til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði.

 

Sagt verður, at hann eitt skifti starvaðist hjá útvarpsrásini R7 í Saltangará, og eftir at hava verið í starvi hjá Skráseting Føroya og í Mentamálaráðnum - sum løgfrøðingur - hevur hann síðan 1. februar 2022 verið stjóri á Dátueftirlitinum, sum heldur til í Saltangará.