Grikkar góðtaka at spara

Samráðingar millum griksku stjórnina og umboð fyri ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin endaðu í gjárkvøldið við, at stjórnin gekk við til at skarva 11,6 milliardir evrur av teimum almennu útreiðslunum tey bæði næstu árini.

Antonio Samaras, forsætisráðharri (myndin), stóð á odda fyri griksku samráðingarnevndini, og tað var eisini hann, sum kunngjørdi úrslitið.

Enn eru tó ikki allar súður syftar, tí teir báðir vinstraflokkarnir, sum eru í stjórnarsamgonguni, skulu eisini góðtaka semjuna. Men treytirnar eru harðar, tí ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava gjørt púra greitt, at halda grikkar ikki orð, steðgar hjálpin.