David Geza Turi var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town vunnu ein hart tiltrongdan sigur í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.
Geza var á vøllinum í 73 minuttir, tá Grimsby á heimavølli vann 1-0 á Shrewsbury Town. Talan er um fyrsta sigurin hjá Grimsby í League Two síðani 18. oktober. Grimsby hevur tó vunnið tveir sigrar í FA Cup hetta tíðarskeiðið. Justin Amaluzor skoraði sigursmálið 10 minuttir aftaná Geza var farin av vøllinum.
Frá Soccerstand/Flashscore fær Geza næsthægsta karakterin av øllum leikarunum hjá Grimsby. Geza fær karakterin 8,1 (av 10 møguligum).
Grimsby er nummar 15 í deildini við 31 stigum. Hósdagin - nýggjarársdag - spælir Grimsby dyst á útivølli móti Fleetwood.












