Grindin var nakað trek at reka, men drápið gekk væl. Nú verður bíðað eftir merkjarunum, og seðlarnir koma út seinni í kvøld.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at tað ikki var so nógv fólk í grind, tí menn vóru á fjalli í dag.
- Tað var tó nokk av fólki á sandinum; eg meti, at tey mundu vera 200 í tali, so tað var ikki so, at tað stóð á at fáa drápið frá hondini, sigur sýslumaðurin.
Grindin verður býtt í drápspartar og heimapartar, og sambært sýslumanninum fara vestursíðan á Streymoynni, Hestur, Koltur og møguliga eisini Nólsoy at fáa heimapartar.
Ógreitt er nær seðlarnir koma út, men Finnbogi Midjord metir, at um 21 tíðina í kvøld eru teir í øllum førum komnir.