Føroyar missa stórar inntøkur av tí at útlendsk ferðafólk boykotta Føroyar tí at vit drepa grind.
Tað vísir ein kanning, sum djóraverndarfelagsskapurin. WSPA, hevur gjørt runt um í Evropa.
Kanningin, sum er gjørd umvegis internetið og umfatar eru 4.500 danir, týskarar, eingilskmenn, italienarar og amerikanarar ímillum 16 og 64 ár.
- Kanningin er gjørd soleiðis, at tey spurdu eru umboðandi fyri alt fólkið í teimum ysmu londunum, sigur Rógvi Absalonsen, sum arbeiðir hjá WSPA.
Kanningin vísir, at 37 prosent av teimum, sum eru áhugað í at fara til Føroyar at ferðast, halda seg burtur, tí at vit drepa grind.
- Eftir kanningini at døma missa Føroyar nógv ferðafólk, sum annars høvdu verið áhugað at komið hendavegin og tískil er talan um stóran búskaparligan miss, sigur hann.
Hann heldur, at hetta er eitt mál, sum mugu politikarar og ferðavinna mugu hava í huganum.
Harafturat vísir kanningin at var møguleiki fyri at síggja hval, høvdu 65 prosent av teimum spurdu havt betri hug at komið til Føroyar og 78 prosent siga, at helst høvdu tey farið at hugt at hvali í Føroyum, stóð møguleikin teimum í boði.
Rógvi Absalonsen sigur, at í tvey ár ár rað hevur felagsskapurin, Planet Whale, kannað møguleikarnar hjá ferðafólki at hyggja at hvali í Føroyum.
- Niðurstøðan er, at her eru stórir møguleikar fyri tiltøkum, sum ikki eru gagnnýtt enn, at síggja hval, serliga bóghvítuhval.
Í Hetlandi er tað stór vinna at hyggja at hvali.
- Veðrið er skiftandi, og tað er ringt at siga, hvussu hvalur ferðast um oyggjarnar. Men bara tað, at hann er har, fær nógv ferðafólk til Hetlands á hvørjum ári.
- Tað er eingin grund at halda, at hetta skuldi verið øðrvísi í Føroyum,” sigur Rógvi Absalonsen.