Um 9-tíðina í morgun varð boðað frá grind ein fjórðing úr Gáshøvda.
Bátar vóru skjótt hjá henni, og hon varð rikin á Hvannasund, har hon varð hildin til smáar hálvanannan tíma seinni.
Karl Johansen sigur, at talan er um 40 hval, og einir 15 bátar vóru við í rakstrinum og drápinum. Nógv fólk var á sandinum, eini 200 fólk, metir sýslumaðurin í Norðoyggjum.
Drápið gekk bæði skjótt og væl.
Sostatt er talan um tvær grindir eftir tveimum døgum, og tað er eitt sindur óvanligt.