Grindin verður rikin til Tjørnuvíkar

Grindin, sum var funnin norðanfyri Eiðiskoll í morgun, verður nú rikin móti Tjørnuvík.

 

Les eisini: Grind funnin norðanfyri

 

Grindin var funnin 16 fjórðingar norðanfyri Eiðiskoll, men eru nú góðar 12 fjórðingar úr landi.

 

Martin Kúrberg, grindaformaður, sigur, at tað eru fýra bátar, sum liggja hjá henni, men at fleiri eru á veg. Tað hevur gingið væl at reka, men av tí at tað ikki eru nógvir bátar enn, hevur raksturin ikki gingið skjótt.

 

Hann sigur, at enn er ov tíðliga at meta um hvussu stór hon er, men í øllum førum er talan um fleiri enn 50 hval.