Strategiin varð almannakunngjørd í nátt okkara tíð av amerikanska verjumálaráðnum, Department of War.
Grønland verður her fleiri ferðir nevnt sum eitt lyklaøki hjá USA - bæði í hernaðarligum og handilsligum týdningi.
Fyrstu ferð Grønland verður nevnt er í innganginum. Her stendur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fór inn í sítt annað forsetaskeið, í eini tíð, har ivi millum annað hevði verið reistur um atgongdina hjá USA til lyklaøki sum eitt nú Grønland.
Tjóðarverjustrategiin kemur út fjórða hvørt ár, og tann seinasta er frá 2022 undir táverandi demokratiska forsetanum, Joe Biden.
/Ritzau/











