Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sambandi við ríkisfundin, sum er í Danmark í dag.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, umboða Føroyar á ríkisfundinum og fundinum í samstarvsráðnum, sum eisini er í dag.
Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánað. Fyrstu ferð var í 2024.
Grønland yvirtók um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Grønlandi í juni.
– Støðan er tann, at stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Í seinastuni hevur orðaskiftið snúð seg um framtíðina hjá Grønlandi. Tað hevur týdning fyri meg at endurtaka boðskapin frá í fjør og siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar stuðla Grønlandi, og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.










