Grundleggjandi broytingar í flogbóltsreglunum

Flogbóltur: Undir HM-kappingini í november í Tokyo verður ein nýggj regla, sum uttan iva fer at kollvelta flogbóltin, tikin í nýtslu

Í november mánaði í ár verður heimsmeistarakappingin í flogbólti hildin í japanska høvuðsstaðnum Tokyo, og tá verða eisini fleiri broytingar í flogbóltsreglunum royndar í verki fyri fyrstu ferð.

Um tað riggar væl við nýggju reglunum, er lítið at ivast í, at tær verða settar í gildi á heimsstøði, og fyri Føroyar merkir tað, at tær verða tiknar í nýtslu frá byrjanini av kappingarárinum 1999/2000.

Mest kollveltandi broytingin ? og tað er av sonnum ein kollveltandi broyting ? er, at liðini nú, um tey vilja, kunnu stilla upp við einum sonevndum »libero« millum teir seks, sum byrja á vøllinum.

Í staðin fyri sjálvir at greiða frá nýggju reglunum, endurgeva vit teir soleiðis, sum forsetin í altjóða flogbóltssambandinum FIVB, Dr. Ruben Acosta, bar teir fram undir lutakastinum til heimsmeistarakappingina 20. apríl:


Libero-spælarin

Hvørt lið hevur møguleika fyri at skráseta ein serstakan defensivan spælara ? ein »libero« ? millum endaliga listan av tólv spælarum fyri alla kappingina.

Nágreiniligu reglurnar fyri ein libero sum hesar:

A) Liberospælarin er avmarkaður til at vera ein baklinjuspælari og hevur ikki loyvi til at fremja eitt álopsslag, tá bólturin er omanfyri hæddina á netinum.

B) Liberospælarin hevur ikki loyvi til at serva, blokka ella royna at blokka.

C) Liberspælarin skal í einum búna, sum hevur øðrvísi lit enn búnarnir hjá hinum spælarunum á liðnum.

D) Útskiftingar av einum liberospælara verða ikki taldar sum vanligar, og talið av teimum er óavmarkað. Ein liberospælari kann ikki vera partur av vanligum útskiftingum og kann bert skiftast út ella inn, tá bólturin ikki er í spæli og áðrenn tað verður bríkslað fyri servu.

E) Tað skal vera ein spælstøða millum út- og innskifting av liberospælarum.

F) Ein skaddur liberospælari kann undir einum dysti skiftast út við einhvønn annan skrásettan spælara, sum stendur á dómaraseðilinum.

G) Spælarin, ið verður skiftur inn fyri ein skaddan libero, kann ikki spæla annað enn libero restina av dystinum og í fylgjandi dystum. Kortini kann hesin spælarin gerast »vanligur« spælari aftur, so skjótt tann upprunaligi liberospælarin alment er førur fyri at spæla aftur.

H) Eingin annar spælari kann spæla sum libero, og um upprunaligi liberospælarin aftur verður skaddur, verður hann útskiftur við sama spælaran undir somu treytum sum fyrr nevnt.



Venjarin

Allir spælarar á liðnum kunnu tileggja ella ráðgeva spælarum frá bonkinum ella upphitingarøkinum. Bert høvuðsvenjarin hevur loyvi til at gera hetta, meðan hann gongur ella stendur í fríøkinum framman fyri bonkin frá álopslinjuni til upphitingarøkið, uttan at hann órógvar ella seinkar dystin.


Nýggir búnar

Í samstarvi við almennu klædnasponsorarnar hevur FIVB staðfest nýggju reglurnar fyri spælarabúnarnar. Endamálið við broytingunum er at geva flogbóltinum eitt nýtt image við at skapa eina nýmótans linju. Nýggju reglurnar eru:

A) Troyggjur og buksur skulu ikki vera »leysar«, men skulu fylgja kropslinjuni.

B) Eingi tøl skulu vera á ermunum, men á høgra beini av buksunum.

C) Landsins flagg og navn skal standa á troyggjuni vinstrumegin frammanfyri.

D) Ættarnavn ella kelinavn skal standa á rygginum omanfyri spælaratalið.

E) Kvinnur hava loyvi til at spæla í »one-piece«-búnum.

Búnarnir til komandi heimsmeistarakapping skulu fylgja hesum reglum.