Leygardagin 4. august kl. 11.30 verður aftur summarmatiné í Havnar kirkju og verður tað Guðrið Hansdóttir, sum fer at syngja og spæla.
Guðrið Hansdóttir er songkvinna og sangskrivari búsitandi í Reykjavík.
Seinastu árini hevur hon verið sera virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum. Hon hevur givið út tríggjar solofløgur .
Seinasta fløga hennara Beyond the Grey, sum kom út í fjør, hevur verið sera væl móttikin, serliga í Týsklandi.
Tónleikurin hjá Guðrið er ein blandingur av fólkatónleiki og poppi og syngur hon bæði á enskum og føroyskum.