Handilin hjá Guðrun&Guðrun í gongugøtuni í Havn

Guðrun & Guðrun hevði yvirskot í 2025

Føroyska fyritøkan innan sniðgeving, framleiðslu av klæðum og handil hevði yvirskot upp á 678.203 krónur í 2025.

Handilin hjá Guðrun&Guðrun í gongugøtuni í Havn

Tað sæst í leiðslufrágreiðingini hjá Sp/F Guðrun & Guðrun.

Sambært frágreiðingini hevði fyritøkan eina eginogn upp á góðar 4,3 milliónir krónur við árslok.

Leiðslan sigur, at 2025 í høvuðsheitum hevur gingið sum væntað bæði í mun til virksemisætlanir og fíggjarætlanir.

Eftir eitt størri strategiskt arbeiði í 2024 og fyrsta ársfjórðingi í 2025 er raksturin nú stabiliseraður, verður sagt.

Fyritøkan vísir eisini á, at nýggi nethandilin, sum varð settur á stovn beint fyri jól í 2024, hevur riggað væl. Í 2025 er nethandilin víðkaður við einum serstøkum netpalli til føroyskan marknað.

Samstundis verður øll marknaðarføring og umsiting í Føroyum skipað saman við føroyskum veitara.

Sambært frágreiðingini er framleiðslan í Jordan eisini ment enn meira fyri at tryggja eina støðuga veiting og betri góðskueftirlit.

Leiðslan metir, at úrslitið fyri 2025 er nøktandi.

 

##med2##

 

 

Handilin hjá Guðrun&Guðrun í gongugøtuni í Havn

Kvinnurnar aftan fyri fyritøkuna Guðrun&Guðrun: Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir