Soleiðis, sum vit hoyrdu fyrr í dag, hóttir Russland við stórálopi á ukrainska høvuðsstaðin, sum russar so mangar aðrar ferðir hava framt. Men, hesaferð hevur russiska uttanríkisráðið heitt á útlendingar, sum eru í Kyiv, um at rýma úr býnum.
Russland hevur nevniliga hótt við at leypa á støð í høvuðsstaðnum, har hildið verður, at ukrainar eitt nú framleiða sínar dronur, og ukrainar eru frammarlaga í framleiðslu av dronum, sum kunnu ferðast nógvar hundrað kilometrar og røkka málum langt inni í Russlandi.
Áheitanin hjá russum á útlendingar í ukrainska høvuðsstaðnum fevnir eisini um starvsfólk á sendistovum og fólk, sum arbeiða fyri altjóða felagsskapir í Kyiv.
Men, norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur, at Noreg fer ikki at gera eftir áheitanini úr Russlandi, og norðmenn í Ukraina fara at vera verandi í landinum.
Russar siga, at ukrainar framleiða dronur kring um í Kyiv, og tí eru russisku málini hareftir.
- Hvørki vit ella onnur fara at rýma orsakað av russisku áheitanini og hóttanini. Tað er ein orsøk til, at vit eru her - nevniliga fyri at hjálpa Ukraina í einari dramatiskari støðu, sigur norski uttanríkisráðharrin.
Sum skilst, eru ætlaðu russisku stórálopini á Kyiv hevnd fyri ukrainsk álop í Luhansk í eystara parti av Ukraina, sum Russland hevur hertikið. Russiska tíðindastovan Interfax hevur sagt, at her lótu 21 fólk lív í ukrainskum álopi.
Ukraina hevur víst aftur, at landið hevur lopið á sivil mál í Luhansk og sigur, at ukrainski herurin leypir bara á hernaðarliga undirstøðukervið, sum russar brúka til hernaðarlig endamál.
Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, heldur, at Russland við hóttanum roynir at leggja dent á, at landið meinar tað í álvara.
Hann heldur, at hetta eisini er eitt russiskt svar upp á, at Ukraina megnar at standa ímóti russum - og faktiskt er í ferð við at vinna nakað av sínum landi aftur.
- So, eg trúgvi, at ávaringin hjá russum er eitt tekin um, at tað gongur illa í krígnum, og at Russland er við at gerast desperat, sum uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, tekur til.
Hetta skrivar norska kringvarpð - NRK - í kvøld.
Lesið eisini: Russland biður útlendingar fara úr Kyiv
https://www.in.fo/news-detail/russland-bidur-utlendingar-fara-ur-kyiv











