Gull-Britt á Norðoya Kunningarstovu

Gull-Britt Hansen hevur listaframsýning á Kunningarstovuni í Klaksvík allan november og nakað inn í desember mánað

Sum ung genta lærdi Gull-Britt Hansen at tekna hjá kenda týska listamanninum Harald Isenstein, sum soleiðis gav henni íblástur, listarligan áhuga og førleika.
Gull-Britt byrjaði at mála í 1969, meðan hon búði í Havn, men ikki fyrr enn í 1975, tá hon var komin til Klaksvíkar, var hon við á almennari framsýning á fyrsta sinni. Síðani hevur hon luttikið á mongum framsýningum bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Á framsýningi, sum læt upp fríggjadagin 5. novembur, eru 25 listaverk.
Annars er opið soleiðis: mánadag - fríggjadag frá kl. 10:00 til kl. 18:00 og leygardag frá kl. 10:00 til Kl. 14:00.