Gullbrandur og Noah eiga flestu royndirnar

Átta av teimum fyrstu ellivu, sum fara á vøllin í Klaksvík, hava áður verið á U-21 landsliðnum

Mynd: FSF

Tað eru átta spælarar, ið áður hava verið á U-21 landsliðnum, sum klokkan 18 fara at standa á vøllinum í Klaksvík, tá ið tjóðsangirnir vera spældir undan landsdystinum millum Føroyar og Andorra.

 

Flestar U-21 landsdystir eiga teir báðir spælararnir, sum spæla í norskum fótbólti. Tað eru miðvallararmnir Noah Mneney, sum er liðformaður, og Gullbrandur Øregaard, sumbáðir hava verið sjey ferðir á U-21 landsliðnum. Næstir teimum eru Børge Petersen og Áki D. Samuelsen, sum hava spælt seks ferðir á U-21 landsliðnum.

 

Tveir spælarar umboða feløg í donsku superliguni. Annar teirra er vongverjin í vinstru Martin Agnarsson, sum nú umboðar Viborg FF og hevur spælt tveir U-21 landsdystir, og hin er annar av miðverjunum Elias Rusborg, ið er sáttmálabundin í Hvidovre IF, sum fyri stuttum flutti upp í bestu deildina. Hann hevur spælt tríggjar U-21 landsdystir.

 

Tríggir eru á liðnum fyri fyrstu ferð. Teir eru 07 Vestur málverjin Ari í Haraldstovu Petersen, vongverjin í høgru hjá Víkingi Signar á Brúnni og miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard. Merkisvert er tað, at Heini F. Sørensen úr FC Midtjylland ikki er millum teir fyrstu ellivu. Tað kemst av, at hann hevur havt ein lítlan skaða at dragast við.

 

Sambært uefa.com, so verður føroyska liðið soleiðis mannað:

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur – Signar á Brúnni, Víkingur, Elias Rusborg, Hvidovre IF, Børge Petersen, KÍ, Martin Agnarsson, Viborg IF – Noah Hans Mneney, Bryne BK, Gullbrandur Øregaard, Sandness ULF, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur – Áki D. Samuelsen, HB, Jørgen Nielsen B68, Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, EB/Steymur, Áki Johannesen, B68, Mikkjal Hellisá, EB/Streymur, Jákup N. Vilhelmsen, KÍ, Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland, Jónas Warner, B68, Jens Erik Bruhn, TB, Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur og Poul Kallsberg, Víkingur.

 

Mynd: FSF