Upptakt
Tað eru tey bæði oddaliðini í bestu deildini, sum fara á vøllin í Gundadali sunnudagin. Her hevur HB hildið til stóran part av kappingarárinum, og tó at teir hava hálvgum snávað nú tvær ferðir á rað, so kunnu teir framvegis gera alt sjálvir. Hetta um teir vinna teir báðar næstu dystirnar, sum eru nú sunnudagin móti B68 og annað vikuskiftið móti B36. Verður tað til seks stig í teimum báðum uppgerðunum, so kann B68 í mesta lagi koma ájavnt HB í stigum, men tá er HB sterkari í innanhýsis uppgerðunum.
Hinvegin er støðan neyvt tann sama hjá B68. Og hon er kanska betri har, enn hon er hjá HB. Í øllum førum tykist hinir báðir írestandi dystirnir hjá toftamonnum at vera lættari á pappírinum, tó at ein heimadystur móti GÍ og ein útidystir móti VB neyvan eru lættastu dystirnir á árinum.
Tí er einki at ivast í, at báðir partar fara eftir trimum stigum sunnudagin, men umframt innanhýsis dystirnar, so er eisini ein onnur orsøk til, at farast skal eftir sigrinum. Verður talan um javnleik, so kann tað nevnliga merkja, at bæði liðini detta afturum oddin, um so er, at B36 vinnur í Runavík.
Miðvøllurin avgerandi
Og í HB er í øllum førum ikki nakar sum helst ivi um, hvønn týdning dysturin sunnudagin hevur.
- Sum støðan er, so tað í øllum førum blivin tann týdningarmesti dysturin á árinum. Tað burdi tó ikki verið soleiðis, men eftir teir báðar javnleikirnar, sum vit nú hava spælt, so er tað blivið so, og tað mugu vit so bara laga okkum eftir.
Orðini eigur HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, og tó at ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá HB seinastu umførini, so tykist hann tó ikki óttast uppgávuna, sum nú stendur fyri framman.
- Sjálvt um vit ikki hava fingið neyðugu stigini seinnu dystirnar, so er tað ikki soleiðis, at vit hanga við høvdinum. Vit hava framvegis bert tapt tann eina dystin, og fyri mær at síggja kann tað akkurát tað sama koppa til okkara fyrimun sum nakað annað.
Og víðari sigur liðskiparin, at tað ikki hevur broytt fyrireikingarnar nakað soleiðis, at teir nú skulu spæla ein dyst, sum mestur er álíkur eini finalu.
- Vit hava ikki vant stórt øðrvísi, enn vit hava gjørt alt árið. Hesa ferð verður Andrew ikki við, so tað verður kanska eitt sindur tunt har frammi, men so mugu vit royna at finna upp á okkurt annað, heldur hann.
Umframt Andrew av Fløtum, so hava ivamál eisini verið um aðrar partar av HB-liðnum. Hvørki Nico Dogaru ella Martin Christensen vóru við í illveðursdystinum á Eiði fyri viku síðani, men teir hava so báðir vant í vikuni, og væntandi fóru teir í øllum førum at verða partur av hópinum sunnudagin.
Og stendur tað til liðskiparan, so verður ivaleyst brúk fyri øllum góðum kreftum á jást miðvøllinum, har Nico og Martin hava hildið til.
- Dysturin verður avgjørdur á miðjuni. Tað er har, at B68 hevur havt sína avgjørdu styrki, og tað er fyrst og fremst har, at vit skulu fanga teir, sigur HB-liðskiparin at enda.
Trýstið er óbroytt
Og hesum seinasta er B68-liðskiparin, Øssur Hansen, alt annað enn ósamdur í.
- Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað altíð er miðvøllinum, at dystir verða vunnir ella taptir. Tað er jú har, at spælið hjá flestu liðunum gongur ígjøgnum, og tað er mest sum altíð so, at tað liðið, sum hevur betri tak á miðvøllinum eisini hevur betri tak á dystinum.
- Annars er tað so avgjørt ikki bara miðjan, sum hevur tryggjað okkum góðu støðuna, sum vit nú eru komnir í. Verjan hevur alt árið verið framúr, og spakuliga er so restin av liðnum, eisini komið við. Og seinastu dystirnar hevur tað bara gingið heilt væl.
Og fáur man fara at trætast við Øssur í hesum. Eftir at B68 frá flestu síðum varð spátt eina tilveru í niðaru hálvu av stigatalvuni, hevur liðið bara treiskast og ment seg. Seinastu sjey dystirnir eru allir vunnir, og tó at hetta kanska kann leggja eitt ávíst trýst á liðið, so tykist Øssur ikki lata seg ávirka seg av hesum.
- Seinastu nógvu vikurnar hava vit alla tíðina verið undir einum stórum trýsti. HB hevur jú alla tíðina vunnið sínar dystir, og tí hava vit verið pískaðir at vinna, skuldu vit fylgja við. At vit hóast sjey sigrar á rað »bara« eru komnir upp á liðina á HB sigur eisini nakað um, hvussu væl koyrandi teir hava verið.
Nú hevur HB tó mist nakað, og tá vit spyrja Øssur um, hvørt tað er sigurin, sum farið verður eftir sunnudagin, er hann ikki í iva.
- Sjálvandi er tað tað. ´Tað eru tríggir dystir eftir, og sum støðan er nú, so kunnu vit avgera alt sjálvir. Men tað krevur helst ein sigur. Í øllum førum hevur HB nakað væl betri málmun enn vit, so ein javnleikur er neyvan nóg mikið. Og hartil lúrir B36 jú eisini í bakhjólinum, so vit skulu hava alt, um vit framvegis skulu avgera alt sjálvir.
Men á pappírinum tykist tað í øllum førum, sum um tit hava lættari dystir seinastu umførini. Er tað ikki nakað, sum kann gera, at tit kunnu liva við einum javnleiki?
- Tað kunnu vit so ikki brúka til nakað her og nú. Setningurin hjá okkum hevur alla tíðina verið at tikið ein dyst í senn, og tað gera vit eisini nú. Fert tú fyrst at rokna, hvar tú kanst vinna stig og ikki, so er vandi á feðr. Tí líka mikið, hvussu pappírið sær út, so skulu dystirnir spælast fyrst, so vit fara eftir sigrinum!
- Og tað haldi eg heldur ikki er ógjørligt. Síðani summarsteðgin hevur gongdin alla tíðina verið hin rætta, og finna vit sama spæl fram sunnudagin, sum vit sýndu móti NSÍ mánadagin, so ivist eg ikki í, at vit kunnu fáa øll stigini.
- Og so er tað eisini nakað serligt, at tað er Frank Skytte, sum er venjari hjá hinum. Hann vandi jú okkum fyri tað nógva í fjør, og sjálvt um mær dámdi hann væl, so merkir tað ikki, at eg ætli mær at geva honum nakra gávu sunnudagin, sigur altso Øssur Hansen at enda.
Einasta leikbannið hjá B68 sunnudagin er tað hjá Súna Fríða Johannesen, sum hevur fingið ov nógv gul kort. Eyðstein Skipanes hevur eisini styrkt um hópin eftir summarsteðgin, men hann verður so ikki við hesaferðina, og ivamál er eisini um, hvørt Christian Anton Andreasen verður førur fyri at spæla.