Á 14. sinni fer FM1 at hava sendingina "Gullradio". Talan er um eina sending, ið FM1 og gamla Rás2 hava havt hvørt ár síðani 2007 fyri at heiðra FM-vinnarunum í bestu mansdeildini.
Í morgin hevur FM1 "Gullradio" fyri FM-vinnarunum, HB.
Skráin er hendan:
Klokkan 14: Ljóðkavalkada við hæddarpunktum og samrøðubrotum frá teimum 26 dystunum HB hevur spælt í Betrideildini í ár.
Klokkan 15.05: Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fer at práta við spælararnar hjá HB í HB-húsinum í Gundadali.
Klokkan 16.05: Fótbóltspanelið, ið Tróndur Arge reikar fyri. Fótbóltspanelið fer í stóran mun at snúgva seg um FM-vinnararnar.
Klokkan 17.15: HB-fjeppararnir og fyrrverandi HB-spælararnir, Vagnur Mohr Mortensen, Páll Mohr Joensen og Eyðun Samuelsen vitja Rásarúmið.
Lurtararnir hava møguleikan at senda heilsur, viðmerkingar og spurningar til nummar 559999.
"Gullradio" verður endursent millum klokkan 10 og 13.45 leygardagin.