Gunnar fekk sín fyrsta dyst frá byrjan í Íslandi

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu stórsigur á Magna í steypakappingini

Gunnar Vatnhamar fekk í dag sín fyrsta heila dyst fyri Víking Reykjavík, tá Víkingur á heimavølli spældi móti Magna úr fjórðbestu deildini í íslendsku steypakappingini.

Víkingur vann stórsigur 6-2, men Magna úr fjórðbestu deildini til rós, so var støðan bert 3-2 til Víking tá 49 minuttir vóru farnir av dystinum. Men tað sum eftir var av seinna hálvleiki vísti Víkingur onga náði. 

Víkingur Reykjavík 6 - 2 Magni

 1-0 Arnór Borg Guðjohnsen ('17)

 2-0 Sjálvmál

 2-1 Páll Veigar Ingvason ('40)

 3-1 Danijel Dejan Djuric ('41)

 3-2 Viktor Már Heiðarsson ('49)

 4-2 Helgi Guðjónsson ('59)

 5-2 Sveinn Gísli Þorkelsson ('63)

 6-2 Arnór Borg Guðjohnsen ('73)

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at liðfelagin hjá Gunnari, Arnór Borg Guðjohnsen er beiggi íslendska stórleikaran, Eiður Guðjohnsen og sonur Arnór Guðjohnsen, ið eisini var ein framúr góður fótbóltsleikari í sínari tíð. 

Øll fýra føroyingaliðini í Íslandi vunnu seg víðari til áttandapartsfinalurnar í steypakappingini. Ígjár vunnu Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA 5-0 (4-0) á Uppsveitir úr fimtbestu deildini. Pætur skoraði tvey mál. Klæmint A. Olsen fekk sín fyrsta kappingardyst fyri Breiðablik, tá Breiðablik á útivølli vann 2-0 (1-0) á Fjölnir úr næstbestu deildini. Patrik Johannesen kom á vøllin fyri Breiðablik tá 60 minuttir vóru leiktir. Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin í 49. minutti, tá Leiknir Reykjavík vann 1-0 á Selfossi.