Guttorm Sørensen verður sitandi

Tórsvøllur: Umboðið hjá frælsa ítróttinum heldur fram í nevndini fyri grunnin Tórsvøll, hóast hann heldur seg fáa lítið gjørt

Guttorm Sørensen heldur fram í nevndini fyri grunnin Tórsvøll, hóast ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, hevur sagt seg úr nevndini, tí hann heldur tað verða ógjøgligt at fáa grunnin at gera rennibreyt á Tórsvølli.

Landsstýrið hevur valt Guttorm Sørensen í nevndina sum umboð fyri frælsa ítróttin, og tað er sum vera man frælsi ítrótturin, sum er heitast fortalarin fyri eini rennibreyt í høvuðsstaðnum og helst á Tórsvølli.

? Tað gevur lítla meining at sita í nevndini fyri grunnin, tí eg eri í minniluta alla tíðina og fái lítið gjørt, men sum umboð fyri frælsa ítróttin fari eg at halda fram við at royna at ávirka nevndararbeiðið, sigur Guttorm Sørensen.

Tað stendur í samtyktunum fyri grunnin Tórsvøll, at hann skal taka stig til og byggja eitt ítróttarstadion í Gundadali, men formaðurin í grunninum, Poul Michelsen, og umboðið fyri Fótbóltssambandið, Torleif Sigurðsson, hava báðir sagt alment, at tað er eitt fótbóltsstadion, sum verður bygt í Gundadali.

Og á hesum fótbóltsstadion verður neyvan fíggjarligt pláss fyri eini rennibreyt, hóast samtyktirnar fyri grunnin leggja upp til, at Tórsvøllur skal verða meira enn eitt fótbóltsstadion.

Poul Michelsen og Torleif Sigurðsson hava meirilutan í nevndini fyri grunnin Tórsvøll, og so er lítið at gera hjá teimum, sum vilja hava rennibreyt á Tórsvølli.


Ikki nóg væl upplýstur

Nevndararbeiðið í grunninum fyri Tórsvøll hevur ikki bara gingið væl.Tað hava verið onkrar ósemjur millum minnilutan og meirilutan, og tvær ferðir hevur Guttorm Sørensen sent landsstýrinum bræv, har hann hevur víst misnøgd við arbeiðið í nevndini.

Hann heldur seg ikki hava verið nóg væl upplýstan um tað, sum er farið fram í nevndini, og 19. apríl í ár gjørdi hann vart við vandan, at tað, sum verður gjørt fyribils, verður varandi loysn á Tórsvølli.

Núverandi Tórsvøllur er bygdur uttan rennibreyt, og sambært teimum, sum hava bygt vøllin, er gjørligt at gera rennibreyt seinni, men nú er líkt til, at hendan fyribilsloysn verður varandi. Tað vil siga, at eingin rennibreyt verður gjørd á Tórsvølli.

Men hóast nærum ómøguligu støðuna í nevndini fyri grunnin Tórsvøll, heldur Guttorm Sørensen fram.

? Tað hevur týdning fyri frælsa ítróttin, at vit hóast alt eru til staðar í nevndini og royni at fáa ávirkan, sigur Guttorm Sørensen.