Brúgvin í russiska Bryansk-landslutinum datt niður á eina jarnbreyt orsakað av eini spreinging, skrivar russiska tíðindastovan Interfax.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Aleksandr Bogomaz, við tíðindastovuna sambært Reuters.
- Brúgvin varð sprongd í luftina, meðan tokið Klimovo-Moskva fór ígjøgnum við 388 ferðafólkum umborð, segði hann.
Ongar upplýsingar eru um, hvør ella hvat skal hava sprongt brúnna í luftina. Harumframt er ikki greitt, hvaðani Bogomaz fekk upplýsingarnar um, at brúgvin skuldi vera sprongd í luftina.
Guvernørurin hevur áður boðað frá á boðtænastuni Telegram, at í minsta lagi sjey fólk hava latið lív og 69 fólk hava fingið skaða, harav 44 eru flutt á sjúkrahús.
Brúgvin datt niður klokkan 22:44. Leygarkvøldið lokala tíð.
Tokið var á veg úr býnum Klimovo til Moskva, upplýsir russiska jarnbreytin. Tað rendi saman við brúnna, sigur Bogomaz.
Vygonichsky er umleið 100 kilometrar frá markinum til Ukraina.
Tað er ikki greitt, um sprongda brúgvin hevur samband við stríðið við Ukraina. Ukraina hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til málið.
Enn ein brúgv rapaði í Russlandi í morgun.
Annað fallið hendi í Kursk, sigur virkandi guvernørurin í økinum, Aleksandr Khinshtein, á boðtænastuni Telegram.
Brúgvin datt niður, tá eitt farmatog fór yvir um hana. Ein tokførari fekk skaða, sigur Khinshtein.
Tað er ikki greitt, um nøkur deyð eru ella um fleiri fólk hava fingið skaða. Tað er heldur ikki greitt, hví brúgvin rapaði.
Bæði Bryansk og Kursk hava mark við Ukraina.
Hvørki russiski forsetin, Vladimir Putin, ella ukrainski starvsfelagið hansara, Volodymyr Zelenskij, hava gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar.
/Ritzau/