Ógvuslig bumbuspreinging í Istanbul

Í turkiska stórbýnum Istanbul fingu fleiri løgreglumenn skaða í morgun, tá ein sterk bumba brast tætt við høvuðsskrivstovuna hjá stjórnarflokkinum og handilsfelagsskapinum MUSIAD, sum styðjar stjórnina. Sambært Reuters fingu níggju løgreglumenn skaða.

Løgregluovastin í Istanbul sigur, at bumban var fjarstýrd og var uppi á einari motorsúklu

Tíðindastovurnar skriva, at fleiri sjúkrabilar og løgreglubilar komu á staððið beint aftan á spreingingina, men sum skilst kravdi bumban ikki mannalív, hóast bresturin var sera harður.