Oddvør Johansen, Tórshavn
Formansskapur Føroya Løgtings (Edmund Joensen, Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen, Óli Breckmann) er komin við einum fantastiskum uppskoti, beint sum tingið er farið í summarfrí. Teir ynskja sær – einaferð enn – eitt nýtt tinghús og hava gjørt tað í meira enn eitt ár. Tí hava teir heitt á Palla Gregoriussen, arkitekt, um at hjálpa sær við eini skitsu til uppskotið.
Tað er hesa skitsu í Sosialinum 4. juni og í Dimmalætting 5. juni 2007, vit mugu halda okkum til.
Á sjálvari Kongabrúnni síggja vit ein risa í neystalíki, ein tungan klump, (orsaka Palli) verða settan oman á tað, sum kann hugsast at vera eitt parkeringsøki undir jørð. Fyri at stytta um longu leiðina út í Tinganes, verður ein brúgv gjørd tvørtur um vágna.
Løgtingsformaðurin kunnger, at á henda hátt verður tingið flutt á tann upprunaliga tingstaðin – ein løgin útsøgn, sum bara kann stava frá, at menn ikki eru staðkendir.
Eftir mínum tykki verður Eystaravág við hesum uppskoti kvald. “Tinghúsið” passar als ikki saman við tí, sum er har frammanundan. Ein lítil ússaligur bátahylur verður eftir, ljósviðurskiftini broytast fyri alt økið, og tá ið Norrøna liggur við kei, verður ikki nógv eftir av tí lovprísaðu
“ gomlu Havnini”.
Um – og eg endurtaki, um vit í heila tikið skuldu bygt nakað á Kongabrúnni, átti hetta at verið ein lættur lítil bygningur, sum at kalla “sveimaði” vektleysur yvir vágni.
Minnist meg rætt, teknaði Palli Gregoriussen eina ferð eitt virðiligt, um enn traditionelt, uppskot um nýtt tinghús uttast í Vágsbotni – úti í Bakka. Her var gott pláss, sólargangurin av tí besta, tætt við miðbýin og eisini beint við Tinganes. Men ráðandi politikkararnir tá sóu ikki møguleikan og lótu í staðin hetta unika stað til privatfólk at byggja sethús á.
Bilar
Bilar eru vorðnir ein stórur trupulleiki hjá Tórshavnar býráð. Bilar krevja fleiri vegir, teir vilja hava hol gjøgnum berg og bláar skorar, teir drepa fólk og dálka luftina. Nú vilja teir eisini hava fyrstarætt í Tórshavnar býi.
Tí verður fagri bletturin Skálatrøð í dag einans nýttur til skrambul og akfør.
Nýtt tinghús
Á hesum ediliga staði kundi eitt nýtt tinghús verðið reist. Her er einki frammanundan, og eitt vakurt tinghús kundi her verðið eitt virðiligt portur til høvuðsstaðin. Saman við teimum verandi funktiónunum, pakkhúsum, bátahavn, smiðju, vertshúsi, matstovu, handlum og kanska nýggjum funktiónum við, kundi ein samanhangandi havnafrontur verðið skaptur – fullur av lívi og vakurleika.
Parkeringsøki
Um til ber at gera parkeringsøki undir jørð á Kongabrúnni, má tað bera upp aftur betri til at gera nógv fleiri parkeringsøki undir jørð á Skálatrøð.