Høgni eigur hægsta styrkistalið

FM í talvi: Favorittarnir bresta saman longu í fyrsta umfari, sum verður seinnapartin í dag

Klokkan 14 í dag, leygardagin 27. mars, verður farið undir FM í talvi fyri einstaklingar. Kappingin verður í nýggja skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Átta telvarar eru í landsliðsbólkinum, og tað verður telvað eitt umfar um dagin fram til og við langa fríggjadegi.

Hægsta styrkistalið eigur Høgni Egilstoft Nielsen, 2384, og honum næstur er Martin Poulsen, 2285. Tað hevur lagað seg soleiðis, at teir báðir hittast longu í fyrsta umfari.

Hinir í landsliðsbólkinum eru Hans Kristian Simonsen, 2128, Luitjen Akselsson Apol, 2103, Rani Nolsøe, 2068, Samson Højgaard, 1999, Haldur Suni Johansen, 1997, og Margar M. Berg 1942.

Fleiri av teimum við hægstu styrkistølunum eru ikki við í kappingini. Teirra millum eru GM Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.

40 luttakarar eru í FM kappingini. Umframt teir átta í landsliðsbólkinum eru 18 í almenna bólkinum og 14 í unglingabólkinum.

Í fyrsta umfari verður telvað soleiðis í landsliðsbólkinum

Samson Højgaard – Margar M. Berg

Høgni Egilstoft Nielsen – Martin Poulsen

Rani Nolsøe – Hans Kristian Simonsen

Haldur Suni Johansen – Luitjen Akselsson Apol