Fullveldi
Í løtuni er Anfinn Kallsberg, Løgmaður í Bretlandi á almennari vitjan. Og hesar dagarnar, ímeðan hann er burtur, er tað Høgni Hoydal, sum er løgmaður.
Tað hevur ljóðað frá politiskum keldum í samgonguni, at Høgni Hoydal fór at brúka hetta høvi til at leggja uppskotið um fólkaatkvøðu fyri Løgtingið.
Hetta hevur Høgni Hoydal ongar viðmerkingar til.
? Eg havi ongar viðmerkingar til, hvat eg fari at gera, ella ikki, ímeðan eg eri virkandi
Løgmaður, sigur Høgni Hoydal.
? Men eg fari í hvussu so er ikki at gera nakað, uttan at kunna okkara samgongufelagar væl og virðiliga.
?Men vit fylgja altíð gjørdum avtalum og siðvenjum í politikki, tí annars fer alt at flóta. Og tað, sum uræður mest av øllum, er, at føroyskur politikkur ikki verður gjørdur til eitt sirkus.
? Men tað sigur seg sjálvt, at vit góðtaka ikki, at avtalur verða brotnar, og at farið verður fram, soleiðis, sum fólkaflokkurin er farin fram, sigur virkandi løgmaðurin.
Spurningurin um, antin Høgni Hoydal eisini fór at brúka hetta høvi til at útskriva nýval, hevur eisini verið frammi. Men tað skilst, at har er umsitingin komin til ta niðurstøðu, at tað er bara Løgmaður sjálvur, altso Anfinn kallsberg, sum hevur heimildina til tað.