Tað kundi tykjast eitt sindur álvarsamt, tá Høgni Madsen í yvirtíðini av dystinum móti Víkingi sunnudagin noyddist av vøllinum við einari fipurspreinging.
Men talan er fyribils ikki um so álvarsaman skaða, sambært Høgna Madsen sjálvum.
- Eg fekk eina lítla fipurspreinging, men haldi sjálvur longu at tað sær betri út. Tað er torført at seta dato á hvussu leingi eg komi at sita uttanfyri, men eg vóni at vera klárur til dystin móti AB, sum er um gott og væl tvær vikur.
Tískil tykist næstan púra víst, at Høgni Madsen ikki verður klárur til sunnudagin, tá B36 skal spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini móti KÍ í Klaksvík.
Høgni Madsen skifti undan kappingarárinum frá FC Suðuroy til B36.