Við søluna á Fiskamarknaði Føroya í morgun var miðalprísurin fyri øll seld fiskasløg 17,26 krónur fyri kilo Tilsamans 36,4 tons vórðu seld um søluna hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.
Størstu nøgdirnar vóru enn einaferð av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 10 krónur og 78 oyru fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar vóru av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 15,38.
Nøkur fá tons av hýsu vórðu eisini seld um uppboðssøluna í morgun og besta miðalprísin, sum var 14,16 krónur fyri kilo, fekk hýsa 1.
Miðalprísurin fyri øll 36,4 tonsini í dag var 17,26.
Tað vóru serliga nøgdirnar av havtasku, sum hálaðu miðalprísin upp. Besta havtaskan fór til miðalprísin 34,58 krónur fyri kilo.
Besti toskaprísurin var 25,40, og lægsti prísur í dag var 2,30 krónur fyri kilo, sum var fyri skøtu.