ALS
Arbeiðsloysið er minkað fyrstu 4 manaðirnar i 2006 i mun til somu tið i fjør. Sambært hagtølum hja Arbeiðsloysisskipanini voru tilsamans 1.023 arbeiðsleys seinast i april 2005 i mun til 748 arbeiðsleys seinast i april 2006.
Samlaðu utgjøldini fyrstu 4 manaðirnar i 2006 eru 7,7 mio. kr. lægri enn fyri sama tiðarskeið i fjør. Hetta er ein lækking a goð 19 prosent, og sannlikt er, at samlaða utgjaldið i 2006 lækkar samanborið við undanfarna ar.
Samlaðu inngjøldini i 2005 voru goðar 124 mio. kr. i mun til umleið 106 mio. kr. i 2004. Talan var sostatt um eina hækking a 17%. To skal havast i huga, at fram til 1. juli 2004 var ALS-gjaldið 0,75%, men eftir hetta bleiv tað broytt til 1%, sum tað eisini var fyri alt arið 2005.
Samlaðu utgjøldini av arbeiðsloysisstuðli i 2005 var goðar 116 mio. kr. i mun til 107 mio. kr. i 2004. Talan gjørdist sostatt um eina øking i utgjaldinum a 9 mio. kr., ella goð 8%. Til samanberingar kann nevnast, at samlaðu utgjøldini av arbeiðsloysisstuðli fra 2003 til 2004 øktist við 59%.
Við einum arsurslitið i 2005 uppa 9,7 mio. kr. gjørdist eginognin við arslok slakar 500 mio. kr.