Fólk hava yvirhøvur skikkað sær væl í býnum í nátt, men tó ikki so væl, at politiið einki hevur havt at gera, fortelur vakthavandi á politistøðini.
Í Fuglafirði var boð eftir politinum í nátt, tí har hevði ein persónur staðið og bankað upp á eina hurð, sum hann ikki burdi. Talan var um ein fullan mann, sum ætlaði sær at ballast, men fráboðarin, sum býr í húsinum bleiv bangin fyri fulla manninum, og tí var best at ringja eftir politinum. Maðurin bleiv burturvístur, tá politiið kom á staðið.
Har var eisini ballada í Havn, tá onkur kom etandi spren heim úr býnum. Viðkomandi hevði eftir øllum at døma verið harðligur, og tí vórðu boð send eftir politinum. Fráboðarin, sum var ein kvinna, var rýmd úr húsinum undan harðliga manninum. Hetta var aftaná klokkan 2, og tá politiið kom á staðið var maðurin avdottin.
Fyrr á degnum var ein frábðan um stuldur í handli í Havn. Eigarin av handlinum hevði uppdagað, at ein persónur var komin inn í handilin og hevði stolið onkra ávísa vøru. Viðkomandi hevði stolið dagin fyri, men bleiv afturhildin í gjár, inntil politiið kom á staðið. Talan var ikki um nakra stóra upphædd, men einans góðar 200 krónur. Har eru videoupptøkur av stuldrinum.