Hósdagin kl. 18.00 letur Angus Steakhouse upp í Klaksvík. Búffhúsið hevur havt matstovu í Havn síðani 2015, og nú verður nýggj matstova latin upp í Klaksvík.
Angus Steakhouse skal halda til í hølum á Klaksvíksvegi, har matstovan Hereford í nógv ár helt til. Hølini eru umbygd og dagførd til nýggju matstovuna.
- Vit eru sera spentir uppá, hvussu klaksvíkingar og norðoyingar annars fara at taka ímóti matstovuni. Vit meta tað vera tørv á einum tílíkum konsepti í hasum prísbólkinum, sigur Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, sum er stjóri og ein av eigarunum.
Angus Steakhouse kemur at hava opið hvønn dag í vikuni – bæði um middagsleitið og um kvøldið.
Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, Rúni Djurhuus og Petur Slyne eiga felagið, sum rekur Angus matstovurnar.