Jacob Frederik Olsen av Toftanesi í Lorvík var ungur, tá ið hann fór til Havnar at nema sær handilskunnleika. Hann var í læru hjá Jørgen Bech & Sønner, ið høvdu handil í Fútastovu, har íslendska sendistovan er í dag.
Í 1893 varð hann sendur til Oyndarfjarðar at standa fyri Víkahandlinum.
Hetta var ein av teimum stóru handlunum tá í tíðini.
Hetta var fyrsti úthandil hjá Jørgen Bech & Sønner í Klaksvík, sum varð leiddur av Johan C. Djurhuus, betri kendur sum Faktorin. Hesin úthandil var í 1893 nógv størsti úthandil hjá fyritøkuni.
Uprunaligi leiðarin av hesum handli í Oyndarfirði var Klæmint Høgnesen. Tað eydnaðist honum at skapa eitt stórt handilsvirki í Oyndarfirði, sum fekk úthandlar í Fuglafirði, Elduvík og Gjógv.
Í Oyndarfirði var sera nógv virksemi í handlinum. Her var nógvur útróður og nógvur fiskur. Eisini hevði handilin skip. Alt hetta gav nógv arbeiði í bygdini. Tað komu upp til 80 fólk úr Fuglafirði at arbeiða uppá fisk um sumrini. Tað tók hálvan annan tíma at ganga hvønn vegin, og lønin var 1 króna um dagin.
Høgnesen hevði handilin fram til 1893, tá ið Jákup tekur við. Hann var framvegis stórur tá, men nú vóru komnir kappingarneytar, sum høvdu tikið nakað frá honum.
Bygdi nýggjan handil
Jákup hevði nógv at liva upp til. Tá hann hevði verið í Oyndarfirði í nøkur ár, var farið undir at byggja handilin út.
Í roknskaparbókunum hjá Klaksvíkshandlinum sæst, at teir eru farnir at gera ein bygning niðan úr tí gamla.
Tað er í juni 1899, at vit fyrstu ferð síggja, at løn er útgoldin. Palli Joensen á Breyt og Símin Joensen í Heimistovu í Garðshorni fáa fyri tað mesta 2 krónur um dagin, men onkran dag 3 krónur, og so onkran hendinga dag 3,50 kr. Tað kemur fyri, at minni er útgoldið, men tað er ongastaðni viðmerkt, hvussu nógvar tímar, teir hava arbeitt.
Tann sum stóð fyri arbeiðinum var Símun Eldevig. 4. august 1899 fekk hann kr. 56,50 og afturat tí innivist.
6. september var komið so mikið langt, at trappan var smíðað. Hon er úr eik. Hana hevur Símun Eldevig eisini smíðað, og 3 dagar seinni fær hann 35 krónur í arbeiðsløn. Eitt sindur seinni hevur Palle á Breyt tjørað. Uppgerðin av kostnaðin av hesi nýbygging vísir, at útreiðslurnar hava verið kr. 908,84 krónur, sum verða skuldskrivaðar Jørgen Bech & Sønner. Hesin handil er í skjølum altíð nevndur Nýggi handil.
Álitismaður um ein háls
Tey árini Jacob Olsen var í Oyndarfirði hevur hann tikið lut í øllum viðurskiftum í bygdini. Tað hendi so nógv á tí mentunnarliga økinum hesi árini. Tað sær út, sum at hann hevur stuðlað teimum, ið høvdu hug at gera nakað. Við síni vøkru skrift hevur hann tikið sær av øllum tí skrivliga, og tað er ordan í.
Jacob var formaður í forstandarskapinum í fleiri ár, og løgtingsmaður var hann í tvey skeið. Áðrenn floksbýtið sat hann á tingi frá 1903-1906, og frá 1910-1914 var hann valdur fyri sambandsflokkin.
Jacob var føddur 25.2.1870 í Lorvík, sonur Óla Olsen, bónda í Innistovu á Toftanesi og Cathrinu Malenu Biskopstøe norðan úr Vági. Hon var systir Marin Malenu, konu Klæmint Høgnesen, men sum tey yngru systkini doypt Biskopstøe.
Jakku er í Oyndarfirði inntil 1907. Eftir hann vóru fleiri leiðarar í handlinum til Henrietta, dóttir Klæmint Høgnesen, tekur við.
Afturkomin til Havnar fór Jacob at arbeiða á fútaskrivstovuni. Tá komu tey at búgva í húsinum á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har Herluf og Tomasia Arnason saman við Edmund og Judith Jacobsen høvdu handil við andaligum bókum og bókbindaraverkstað í kjallaranum.
Hesi húsini eru burtur nú, og á grundini er parkeringspláss hjá handlinum Maria Poulsen.
Fingu seks synir
Jacob giftist við Ingu Poulsen, 1865-1930, úr Knútsstovu í Havn. Tey fingu seks synir. Teir báðir elstu vórðu føddir í Havn, hinir í Oyndarfirði. Teir vóru:
1. Olaf Frits, 1893-1973, giftist við Mariu Mikkelsen úr Klaksvík (1893-1961). Tey búðu í Havn.
2. Karl, 1895-1944, ógiftur.
3. Johannes Sigurd Frants (1897-1951), var frá 1927-1930 sýslumaður í Norðoyggjum. Hann giftist við Mariu Bærentsen (1900-1945) úr Havn.
4. Napoleon Olsen, Bona, 1899-1982. Var í nógv ár bakarameistari hjá Frants Restorff. Giftist við Armgarð Egholm f. 1897.
5. Jacob Christian Ferdinand Olsen, kallaður Zahle, 1902-1963, giftist við Birthe Helene Djurhuus, 1919-2000, úr Hósvík
6. Ingvald Olsen, 1905-1981, var giftur við Rosu, og tey búðu í Keypmannahavn.
Jákup Zahle, kendur málari og sniðgevi
Tann kendasti av synunum hjá teimum báðum mundi vera Jákup C. F. Olsen, vanliga róptur Jákup Zahle.
Hann starvaðist mest sum alla sína tíð sum postboð og seinni sum yvirpostboð. Í frítíð síni starvaðist Zahle eisini sum teknari og myndamálari við mongum myndaframsýningum her í Havn. Eisini gjørdi hann seg galdandi innan Sjónleikarahúsið, frá tí, tað var stovnað. Har gjørdist hann nevndarlimur í 1930 og seinni nevndarformaður.
Hann hevði eisini fjølbroyttan áhuga fyri mentan og list. Frá hesum arbeiði kom Jákup Olsen at kenna William Heinesen, og teir gjørdust vinmenn og listarligir arbeiðsfelagar.
Jákup Olsen dugdi væl við litum og fekst við at tekna og mála. Serliga gjørdi hann vart við seg sum leikpalla-málari. Hansara leikpallar vóru ein livandi partur av sjónleikinum, sum onkur hevur tikið til. Men Jákup Olsen kann eisini sigast at vera okkara fyrsti sniðskapari ella designari. Hann teknaði til tíðarrit, jólabløð og lesibøkur og skar bókakápur í linoleum. Eisini teknaði hann skreytbløð, jólakort, blaðhøvd, pengaseðlar, búmerki og etikettir. Helst eru fleiri sum ikki vita, at tað var Jákup Olsen, sum gjørdi búmerkið hjá eitt nú Havnar Hornorkestri, H. N. Jacobsens Bókahandli, Tórshavnar Sjómansheimi og sodavatns- og øletikettirnar hjá Restorffs Bryggjarí.
Jákup Olsen, sum sjálvur var listamálari, var saman við William Heinesen millum teir fyrstu, sum skipaðu fyri listaframsýningum í Havn. Á einari framsýning í tjúgunum var eisini Mikines umboðaður, hóast hann tá ikki var vorðin viðgitin.
Keldur:
Johan R. Jacobsen
Freydis Poulsen
Landsbókasavnið
Komandi hósdag verður greitt frá Johan Paula Samuelsen, sum var í danska sjóverjuni, og sum doyði bert 27 ára gamal