Í dag klokkan 16 verður hátíðarhald í Hoydølum, framman fyri Gamla húsi í sambandi við, at tað mikudagin vóru liðin 100 ár síðani skaldin Karsten Hoydal varð borin í heim á Sanatoriinum í Hoydølum, har faðir hansara var umsjónarmaður. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarløtu, og ein minnissteinur verður avdúkaður uttan fyri íbúðina, har foreldur hansara og systkini búðu í niðastu hædd á Gamla Húsi.
Karsten var virkin á mongum økjum í síni samtíð. Hann hevði prógv frá Landbúnaðar Háskúlanum í Keypmannahavn og starvaðist á Fiskeriministriets Forsøgslabora-torium undir krígnum. Tað var fiskifrøðin, sum gjørdist hansara lívsstarv, men hann var eisini uppi í politikki sum løgtingsmaður og landsstýrismaður. Kendastur er hann kortini fyri sítt mentanararbeiði sum ritstjóri og rithøvundur, og tað er fram um annað skaldinum til heiðurs, at steinurin verður settur.
Á hátíðarhaldinum verða m. a. røður og upplestur, og Kórið í Hoydølum syngur brot úr kantatuni Boð og Birting, sum Karsten skrivaði til Studentaskúlan, tá ið skúlin flutti niðan í Hoydalar.
Øll eru hjartaliga vælkomin!, siga fyrireikararnir
KARSTEN HOYDAL 100 ÁR
Hátíðarhald 31. mars 2012
Skrá
1. Vælkomin
Mikkjal N. Helmsdal
2. Úr Studentaskúlakantatuni
Kórið í Hoydølum
3. Røða
Heðin M. Klein
4. Minnissteinur verður avdúkaður
5. Yrkingar
Annika Hoydal lesur og syngur
6. Summarkvøld við Rockall
Bárður Persson lesur
7. Tøkk
Jákup Símun Simonsen
8. Felagssangur